Teldutøka tekstasavn Føroyamálsdeildarinnar

Leiðbeining

Leiting eftir orði

"viðfáningur" (gásareyguni " skulu skrivast)

Smáir og stórir stavir

Set %c aftaná orðið, fyri ikki at gera mun á smáum og stórum stavum.

"viðfáningur" %c

Leita eftir fleiri fylgjandi orðum

"ganga" "aftur"

Seta fleiri treytir fyri eitt orð

Um fleiri treytir skulu uppgevast fyri eitt orð, verða allar treytirnar settar í hornklombur

[word="brynja" & pos="V.*"]

Finnur orðið brynja sum sagnorð (V)

[word="brynja" & pos="S.*"]

Finnur orðið brynja sum navnorð (S)

[word="ring" & pos="A.*"]

Finnur orðið ring sum lýsingarorð (A)

[word="ring" & pos="S.*"]

Finnur orðið ring sum navnorð (S)

Ongar treytir fyri eitt orð

"ganga" [] "aftur"

Leitar eftir trimum fylgjandi orðum, har fyrsta orð er "ganga" og seinasta er "aftur", meðan ongar treytir eru fyri mittasta orð

Regular expressions

Treytir eru regular expression sum fylgja POSIX egrep reglunum. Møguleikarnir eru hesir:

. stendur fyri eitthvørt tekn. Dømi: "ab.gh" finnur øll orð sum eru 5 tekn long, byrja við ab og enda við gh.

? merkir at tað sum stendur frammanfyri kann koma fyri null ella eina ferð.

* merkir at tað sum stendur frammanfyri kann koma fyri null ella fleiri ferðir.

+ merkir at tað sum stendur frammanfyri kann koma fyri eina ella fleiri ferðir.

[] merkir at ein tekstur skal inihalda eitt av teknunum sum stendur í klombrunum. Dømi: "stav[uø]m" finnur stavum og støvum.

| gevur millum tvey sammongdina av tí vinstrumegin | og tí høgrumegin.

Vanlig klombur () kunnu nýtast at bolka partar av eini treyt

Dømi:

"arbeiðs.*" finnur øll orð sum byrja við arbeiðs

"Klakk?svík finnur Klaksvík og Klakksvík

"svín(oy)?ingar" finnur svínoyingar ella svíningar.

"bren(nur|di)" finnur brennur ella brendi

"ein|Ein" finnur orðið ein ella orðið Ein. Sama sum "(e|E)ein" ella "[eE]in".

"ganga|gangandi" finnur ganga ella gangandi. Kann eisini skrivast "ganga(ndi)?".